Salmon Fishing on the Faroe Islands
  • © 2026 Mail 0

FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Stacks Image 24
Føroya Sílaveiðufelag er eitt gamalt felag í Føroyum, har limirnir hava arbeitt fram móti einum villum laksi tú kanst fiska eftir.
Laksayngul vóru sett út í løkjur, í Skálabotn, í Sandá, á Sandi og aðrastaðni.
Nú kanst tú so bert fiska hendan laks í Leynavatn, Mjáuvøtn og í Saksun.
Laksatíðin byrjar vanliga seinast í juli mánað og laksurin kemur niðan í ánna fram til septembur mánað. Laksatíðin varar vanliga til ½ oktober.
Stacks Image 347

Vøtnini

Stacks Image 340

Belag & Nevnd

Stacks Image 333

Reglar

Stacks Image 326

Fiskikort & Gjald

TÍÐINDI


In Faroese language only.
Stacks Image 149
Stacks Image 135
Stacks Image 142
Stacks Image 128
Mai 2026
Góðu limir
Ársfiskikort felagsins fyri Leynar og Saksun eru nú til keyps hjá Jógvan Weihe. Prógv fyri goldið limagjald 2026 skal vísast tá keypt verður.
Vegna nevndina
FLY FISHING CASTING DAYS end of May (29th to 31st) at Lake Leynavatn.
We (Gary, Charles, Mauritia) would warmly like to invite everyone interested to get started in fly fishing– or to improve already existing casting skills to our casting course. More infos here.
April 2026
Góðu limir, her meira kunning um skránna. Tað eru spennandi tíðir. Felagið var komið at mørkum og vit hava sett út í kortið at endurreisa felagið. Hetta hava vit tosað um á seinastu tveimum aðalfundum. Framløgan frá fundinum í fjør er viðheft
Nú taka vit ein status hvussu tað gongur við arbeiðinum.
Her í skoyti til formligu aðalfundarskránna
Vit vóna tit møta fjølment
Skrá - ískoyti til formligu aðalfundarskránna
  1. Stutttøðulýsing menningarætlanin sum heild
  2. Fíggjarligt status ímt endurreisinina vit eru í holtur við
  3. Hvat er slagið hjá okkum, er alifiskur uppiá, hvat er eftir av uppruna Elliðaár stammuni, hvussu við Kollafjarðarstock (Eystri Rangá), sum var innflutt 2013 til 2016? Vit hava tikið laksa og sílaroydir í 3 ár, vit hava júst fingið úrslitið, sum vit leggja fram.
  4. Endurbygging (Restocking) - gera útsetingarstrategi frameftir- skal tað vera Elliðaár ella okkara egna tilfar, ella eitt bland? - Gert Goldensgaard frá Danmarks Center for Vildlaks fortelur um royndirnar úr Danmark og hansara tilmæli. Gert leggur dent á at vit eiga at kanna Leynará og Saksunará, at vita betri hvussu fiskurin veksur og trívist, fyri at vita hvussu nógv og av hvørjum slag (blommuyngul, 1/2 ársyngul og smolt) vit eiga at seta út.
  5. Status Sílastovan, Vit eru í holtur við at uppstiga til góðkenningar sambært rakstarkunngerð hjá HFS og endurnýggja aliloyvið.
  6. Ábøtur trappurnar Leynar ætlan.
  7. Tað er alneyðugt at styrkja okkara arbeiðskapasitet, tvs bæði at skipa okkum betri og fáa  meira arbeiðskraft. FSVF er í grundini fyritøka/stovnur við umfatandi virksemi, undir stórum eftirlitskrøvum. Svarandi til eina smoltstøð, og umframt hetta skal eitt professinelt lívfiskaarbeiði. Vit koma inn á nakrar uppgávur har okkum tørvar hjálp.
  8. Vit dagføra limalistan so vit hava allar rættar kontaktupplýsingar og vit heita á limir at brúka fastgjaldsavtalu um tað er møguligt, tað lættir um hjá felagnum og hjá limumimalistar, at fáa allar kontakupplýsingar, leggja um til sjálvvirkandi Gjald.
  9. Vegna nevndina FSVF
Heini Hátun, Director, Arctic Oceanarium, Faroe Islands
FSVF aðalfundur 28 mars 25 (PDF)

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.