Salmon Fishing on the Faroe Islands
  • © 2026 Mail 0

FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Stacks Image 24
Føroya Sílaveiðufelag is an old fishing association on the Faroe Islands and the members have been engaged in rearing and stocking wild atlantic salmon to fish after. There where fingerlings released in rivers in Skálabot, Sandá, Á Sandi and others.
Now you can fish for the Atlantic salmon in Leynavatn, Mjáuvøtn and Saksun.
The season starts normally late July and salmon keep on coming up to the lakes during September and even until mid of October.
Stacks Image 289

Go here to ask for membership:

Stacks Image 281
Stacks Image 72

Waters

Stacks Image 77

Club & Members

Stacks Image 81

Regulations

Stacks Image 73

Fishing Cards & Payments

TÍÐINDI


In Faroese language only.
Stacks Image 149
Stacks Image 135
Stacks Image 142
Stacks Image 128
April 2026
Góðu limir, her meira kunning um skránna. Tað eru spennandi tíðir. Felagið var komið at mørkum og vit hava sett út í kortið at endurreisa felagið. Hetta hava vit tosað um á seinastu tveimum aðalfundum. Framløgan frá fundinum í fjør er viðheft
Nú taka vit ein status hvussu tað gongur við arbeiðinum.
Her í skoyti til formligu aðalfundarskránna
Vit vóna tit møta fjølment
Skrá - ískoyti til formligu aðalfundarskránna
 
  1. Stutttøðulýsing menningarætlanin sum heild
  2. Fíggjarligt status ímt endurreisinina vit eru í holtur við
  3. Hvat er slagið hjá okkum, er alifiskur uppiá, hvat er eftir av uppruna Elliðaár stammuni, hvussu við Kollafjarðarstock (Eystri Rangá), sum var innflutt 2013 til 2016? Vit hava tikið laksa og sílaroydir í 3 ár, vit hava júst fingið úrslitið, sum vit leggja fram.
  4. Endurbygging (Restocking) - gera útsetingarstrategi frameftir- skal tað vera Elliðaár ella okkara egna tilfar, ella eitt bland? - Gert Goldensgaard frá Danmarks Center for Vildlaks fortelur um royndirnar úr Danmark og hansara tilmæli. Gert leggur dent á at vit eiga at kanna Leynará og Saksunará, at vita betri hvussu fiskurin veksur og trívist, fyri at vita hvussu nógv og av hvørjum slag (blommuyngul, 1/2 ársyngul og smolt) vit eiga at seta út.
  5. Status Sílastovan, Vit eru í holtur við at uppstiga til góðkenningar sambært rakstarkunngerð hjá HFS og endurnýggja aliloyvið.
  6. Ábøtur trappurnar Leynar ætlan.
  7. Tað er alneyðugt at styrkja okkara arbeiðskapasitet, tvs bæði at skipa okkum betri og fáa  meira arbeiðskraft. FSVF er í grundini fyritøka/stovnur við umfatandi virksemi, undir stórum eftirlitskrøvum. Svarandi til eina smoltstøð, og umframt hetta skal eitt professinelt lívfiskaarbeiði. Vit koma inn á nakrar uppgávur har okkum tørvar hjálp.
  8. Vit dagføra limalistan so vit hava allar rættar kontaktupplýsingar og vit heita á limir at brúka fastgjaldsavtalu um tað er møguligt, tað lættir um hjá felagnum og hjá limumimalistar, at fáa allar kontakupplýsingar, leggja um til sjálvvirkandi Gjald.
Vegna nevndina FSVF
Heini Hátun
Director
Arctic Oceanarium
Faroe Islands
FSVF aðalfundur 28 mars 25 (PDF)
Mars 2026
Frá Føroya Sílaveiðifelag.
Ársaðalfundur felagsins verður fríggjadagin 17/4-2026 kl. 19:00 í gamla handilsskúlanum í Marknagili í Havn. Skrá sambært lógum felagsins.
Mál, ið limirnir ynskja viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera skrivlig og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 10 dagar innan aðalfundin.
Vinarliga
Nevndin í Føroya Sílaveiðifelag
Kunning um aðalfund
Góðu limir
Sambart lógum felagsins eigur aðalfundurin at verða áðrenn 1 apríl.
Í ár mugu vit víkja frá hesa reglu og seta aðalfundin at verða 17 apríl.
Vit bíðja eftir úrslitum frá DNA kanningunum av laksi 3 (árgangir) og sjósíl ið vóru send til kannaningar um ársskiftið.
Í samband við aðalfundin og úrslitið av kanningunum sum vit vónandi hava tá so hava vit bjóða Gert frá Dansk Vildlakscenter við til at koma við innput um okkar arbeiði frameftir.
Umvælingararbeiði er á ætlanarstig,men vónandi vita vit tá meira um prís og tíðarhorisont.
Hartil er at siga at bæði fólkatings og løgtingsval við hartil veljarafundum so vit halda at tað órógvar so mikið nógv at vit úseta aðalfundin til 17 apríl. Formlig fráboðan verður send í seinasta lagi 14 dagar áðrenn.
Vegna nevndina
Jón í Haraldsstovu
September 2025
Mikudagin 17-09 kl. 18 í elektrofiska og sortera smolt.
Góðu limir , vit hava brúk fyri nógvum hendrum mikudagin.
Nakrir hjálpa til við at sortera laksasmolt í sílastovuni. Smoltini verða sorteraði í 2 støddir, har minna støddin verður flutt í gamla hús og sett í í endan av oktobur sum pre-smolt. Tey størri verða sett út í mai 2026.
Elektrofiska Sandá, Kalbaksá og Hvalvík.
Vit skula elektrofiska 15 sjósíl hvørt stað (stødd undirorðna) klippa /goyma fitifjøður. Ætlanin er at gera tað á staðnum og so víðari til næstu á. Hettar fyri at kanna um tað er ein sjósíla familja ella staðbundnar familjur.
So vit hava brúk fyri so nógvum hondum sum møguligt. Sendi boð her so vit vita hvussu væl mannaðir vit eru.
Vegna nevndina
Jón Í Haraldsstovu

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.