Road to Saksun
  • © 2026 Mail 0

FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Stacks Image 145
Tað eru 4 vøtn ið Føroya Sílaveiðufelag setur út Smolt og yngul.
Here is a PDF about the studies on the genetic origin of our salmon.
flexible
flexible
flexible
flexible
Vatnið er 0,2 ferkilometrar stórt og liggur millum Leynar, Kollafjørð og Kvívík. Tað er djúpast mitt á vatninum, har tað er uml. 33m.
Í Leynavatn er uppruna stamman av bleikju ið er til í Føroyum. Bleikja er annars sett út í Brúnavatn, Mýrarnar og 3 onnur vøtn (byrginar) í Vestmanna. Í vatninum eru eisini brún síl ið kunnu verða um 2 pund, men sjósíl eru fiskaði ið hava vigað 14 pund.
Mjáuvøtn (ovara): Brún síl og sjósíl – Mjáuvøtn (niðara): Brún síl og sjósíl
Í Saksun er heilt serligt. Her er eitt gott laksavatn og eitt vatn niðri á Pollinum. Her rennur tað á sjógv eftir einari streymandi á við sandbotni har fjøllini standa brøtt báðu meðni við. Í Saksunarvatn er brúnsíl, sjósíl og sjálvandi laksur ið kemur niðan í juni mánað.

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.