Fishing regulations
  • © 2024 Mail 0

FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

REGLAR FYRI VØTNINI

  • Loyvt er einans at nýta eina tráðu á vatninum.
  • Bátur er ikki loyvdur á vatninum.
  • Seyður og fuglur má ikki órógvast.
  • Einki burturkast av nøkrum slagi má liggja eftir.
  • Veiðifólk, sum ikki hevur fiskikortið sjónligt uppi á sær, hevur ikki veiðiloyvi.
  • Loyvt er ikki at fiska sunnudag.
  • Serreglur eru fyri økið um borgina á Leynarvatni, har veiðifólk, ið hevur fingið fisk skal geva pláss fyri tí næsta, ið vil framat og flyta aftast í røðina.
  • Tað er ikki loyvt at koyra á sandinum framvið Vøtnunum

Vanligir reglar:

Tað er ikki loyvt at fiska í ánni í Leynum. Loyvt er at fiska á sandinum í Leynum, niðan har tað fløðir, frá 1 okt. til 15 juni. Fisking er ikki loyvd sunnudag á vøtnunum í Leynum. Loyvt er bert at fiska á vøtnunum í Leynum og Saksun millum 1 mai til 15 okt. Loyvt er at fiska sunnudag í Saksun, tó ikki millum kl. 11:00-14:00 ið er vanlig kirkjutíð.

Fiskiloyvi:

Loyvið at fiska í Leynavatn, Mjáuvøtn og Saksunarvatn er at fáa í Kunningarstovuni í Tórshavn og EFFO støðini í Kollfjarðadali.
Loyvd útgerð: Fiskað verður við tráðu, bert húkur verður nýttur ið er gjørdur til fisk at taka.

Tað er ikki loyvt at brúka pilkar og dergur ið kunnu krøkja fiskin, óvart ella við vilja, heldur ikki er tað loyvt at lýsa eftir fiski.

Minsta stødd: Allur laksur og síl er minst loyvda stødd 30cm.

Minnst til

  • Vara um náttúruna, lat ikki línu ella burturkast av onkrum slag liggja eftir.
  • Latið fugl og seyð fáa frið.
  • Gangið ikki yvirum sáaðan bø tí tað verður nýtt sum vetrarfóður.
  • Latið ikki portur standa opin.
  • Ver varin um mjørki kemur.

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.