Salmon Fishing on the Faroe Islands
  • © 2024 Mail 0

FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Stacks Image 24
Føroya Sílaveiðufelag is an old fishing association on the Faroe Islands and the members have been engaged in rearing and stocking wild atlantic salmon to fish after. There where fingerlings released in rivers in Skálabot, Sandá, Á Sandi and others.
Now you can fish for the Atlantic salmon in Leynavatn, Mjáuvøtn and Saksun.
The season starts normally late July and salmon keep on coming up to the lakes during September and even until mid of October.
Stacks Image 289

Go here to ask for membership:

Stacks Image 281
Stacks Image 72

Waters

Stacks Image 77

Club & Members

Stacks Image 81

Regulations

Stacks Image 73

Fishing Cards & Payments

TÍÐINDI


In Faroese language only.
Stacks Image 149
Stacks Image 135
Stacks Image 142
Stacks Image 128
November 2024
Góðu limir - kunning um úrslitið av strúking
Sesongin kann sigast at verð liðug fyri í ár. Neyvan varð meira fiskað enn í fjør, áleið tað sama. ùtsetingin frá í fjør sær út til at rigga, tí heilt nógv av smoltið sást á vøtnunum og nógv sást fara á sjógv.
Leygardagin 2-11 struku við laksa lívfiskin sum varð tikin í summar og heyst. Tilsamans eru 63 lívfiskar, 35 rognafiskar og 28 siljafiskar.
Vit fingu áleið 17 litrar av laksarogni, sum gevur áleið 100 túsund laksarogn. So næsta generatión er tryggja at seta út komandi ár.
Í næstum ætla vit at seta út parr fiskin (hálv árs smoltið). Sum tit minnast seinasta heyst tá vit setu laksaparr út í áinar og vøtnini í Leynum og Saksun. Same procedure as last year. Hettar er parturin av tí strategi at seta út yngul, parr(hálvárssmolt) og smolt sum nevndin hevur sett sær fyri at menna. Sum tit sikkurt løgdu til merkis í ár, so var næstan ikki fiskandi fyri smolt. Sum sagt so sást heilt nógv smolt fara á sjógv. Vit kunna siga at so langt so gott. Tað sum restar í er at nátúran á havinum er við okkum og smoltini klára seg og vónandi koma aftur komandi 2 árini.
Útsetingin av hálvárs smoltinum krevur nógvar hendur, helst 10 mans í Leynum og 10 mans í Saksun.
Kunna verður í vikuni um vit seta út nú leygardagin 9-11 ella 16-11.
Vegna nevndina
Jón Í Haraldsstovu

September 2024
Góðu limir
Vit hava fingið Eyðun Nielsen til at hjálpa okkum við samskifti, samband og uppseting av teljaran við Riverwatcher.is , tað eru teir sum hava net síðuna og hava við softwari í teljaran at gera.
Mauritia, sum hevur gjørt okkara síðu laks.fo og tey seinastu 9 árini staðið fyri uppseting og umseting til enskt og týkst hevur hjálpt, okkum at fáa samband við teljaran.
So nú liggur leinki til teljaran á heimasíðu felagsins laks.fo
Við at klikka á ymsku funktiónirnar kann ein síggja hvat er komi niðan.
Tó eru tølini ikki røtt, møguliga er feilurin at teljarin ikki nóg neyvt telur teir fiskar sum standa í felluni og svimja aftur og fram.
Vónandi ber til sum fráliður at innstilla teljaran so hann telur neyvari.
Summar áhugverdur myndir eru sum t.d. 26 august fór eitt sera stórt sjósíl niðan. Hettar kann ein finna við at klikka á listan fyri tann dagin.
Vit ætla at útbýggja laks.fo meira so vit hava eina kunningar bredda við lýsing um hvar ein kann fiska í Føroyum og eina veiði skrásetingar bredda har limir vónandi vilja leggja myndir og lýsing av tí sum teir hava fiska.
Hetta er alt fyri at gera felagið sjónligari og vónandi fáa fleiri limir.
Vegna nevndina
Jón í Jón Í Haraldsstovu

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.