FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Føroyskt
English
Deutsch

REGLAR FYRI VØTNINI



1. Loyvt er einans at nýta eina tráðu á vatninum.
2. Bátur er ikki loyvdur á vatninum.
3. Seyður og fuglur má ikki órógvast.
4. Einki burturkast av nøkrum slagi má liggja eftir.
5. Veiðifólk, sum ikki hevur fiskikortið sjónligt uppi
á sær, hevur ikki veiðiloyvi.
6. Loyvt er ikki at fiska sunnudag.
7. Serreglur eru fyri økið um borgina á Leynarvatni,
har veiðifólk, ið hevur fingið fisk skal geva pláss
fyri tí næsta, ið vil framat og flyta aftast í røðina.
8. Tað er ikki loyvt at koyra á sandinum framvið
Vøtnunum

Vanligir reglar:

Tað er ikki loyvt at fiska í ánni í Leynum. Loyvt er at fiska á sandinum í Leynum, niðan har tað fløðir, frá 1 okt. Til 15 juni. Fisking er ikki loyvd sunnudag á vøtnunum í Leynum. Loyvt er bert at fiska á vøtnunum í Leynum og Saksun millum 1 may til 15 okt. Loyvt er at fiska sunnudag í Saksun, tó ikki millum kl. 11:00-14:00 ið er vanlig kirkjutíð.

Fiskiloyvi:

Loyvið at fiska í Leynavatn, Mjáuvøtn og Saksunarvatn er at fáa í Kunningarstovuni í Tórshavn og EFFO støðini í Kollfjarðadali.
Loyvd útgerð: Fiskað verður við tráðu, bert húkur verður nýttur ið er gjørdur til fisk at taka.

Tað er ikki loyvt at brúka pilkar og dergur ið kunnu krøkja fiskin, óvart ella við vilja, heldur ikki er tað loyvt at lýsa eftir fiski.

Minsta stødd: Allur laksur og síl er minst loyvda stødd 30cm.

Minnst til.
1. Vara um náttúruna, lat ikki línu ella burturkast av onkrum slag liggja eftir.
2. Latið fugl og seyð fáa frið.
3. Gangið ikki yvirum sáaðan bø tí tað verður nýtt sum vetrarfóður.
4. Latið ikki portur standa opin.
5. Ver varin um mjørki kemur.
Kunngerð nr. 92 frá 26. juni 1990 um síla- og laksaveiðu.
Við heimild í løgtingslóg nr. 77 frá 12. juni 1990 um fiskiveiði á innaru landleiðini og í áum, vøtnum og løkum hevur landsstýrið fyrisett:

 § 1. Tað er ikki loyvt í síla- og laksaveiðu á vøtnum, í áum, í løkum, á firðum, í sundum og 30 metrar frá landi, mált frá hægstu fjøru, at nýta annað veiðiamboð enn tráðu við húki, ætlaður fiskinum at taka. Tað er tí m.a. ikki loyvt at stinga, brúka ljós, pilka ella nýta reiðskapin til at krøkja við. Veiða verður rokna ólóglig, um fiskurin ikki hevur tikið húkin.

 § 2. Tað er ikki loyvt at seta gørn nærri landi enn 30 m, mált frá hægstu fjøru, við áarósa mugu tó ikki gørn setast ella nót kastast ella dragast nærri enn 100 m roknað frá ósamunnanum, mált frá hægstu fjøru. Frá hesi reglu kann landsstýrið eftir umsókn veita undantaksloyvi til veiðu av sild við gørnum og til at kasta nót eftir sild og seiði á leiðum, har slíkur veiðiháttur er vanligur.

 § 3. Tað er ikki loyvt í vøtnum, áum og løkum, har síl ella laksur hevur tilhald, at ørkymla bakkar ella grava ella velta í teimum ella taka eyr, soleiðis at tilhaldsstøð ella gýtingarpláss nervast. Undantikin er tó hann, sum eftir úrskurði frá vatnsýnisnevnd grevur burtur bakka til tess at veita burtur skaðavatn.

 § 4. Tað er ikki loyvt at veita eiturevni ella onnur evni, eitt nú seyðavask, sum kann skaða síl ella laks, í vøtn, áir ella løkir.

 § 5. Tað er ikki loyvt at veiða síl ella laks í áum ella løkum frá 1. september til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir.

 § 6. Tað er ikki loyvt at veiða sjósíl ella laks, sum er undir 30 cm til longdar, mált frá tranti til ytsta enda av stertinum. Undirmátsfiskur skal beinanvegin sleppast út aftur, livandi um tað er gjørligt.

 § 7. Landsstýrinum er heimilað at gera undantøk frá reglunum frammanfyri, tá talan er um veiðu til tess at útvega klekingarstøðum rogn til vitskaplig endamál.

 § 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Kunngerð no. 77 frá 3. juli 2006 um friðing av ósanum við Leynar
3. juli 2006 Nr. 77 Kunngerð um friðing av ósanum við Leynar

Við heimild í § 9, stk. 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum, verður ásett:

§ 1. Frá 15. juni til 1. oktober er øll fiskiveiða bannað í ósanum við Leynar – frá sjónum og niðan til laksatrappurnar – og á sjónum innan fyri eina linju millum Stóruurð í Leynum og Slíggjhellugjógv á Stykkinum 100 m úr landi.
Stk. 2. Fiskirannsóknarstovan fær heimild til at taka merktan laks við ljósi í áum, sum renna í Leynavatn og Mjáuvøtn frá 15. august og at kasta nót við áarmunnarnar á Leynavatni og Mjáuvøtnum frá 1. oktober. Á sama hátt verður loyvt Fiskirannsóknarstovuni at taka lívfisk.

§ 2. Brot á § 1 verður revsað eftir § 40 í lógini um vinnuligan fiskiskap.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Tó er § 1, stk. 1 ikki galdandi í tíðarskeiðinum frá 15. juni 2006 til gildiskomuna av hesi kunngerð.
 
 
Fiskimálaráðið, 3. juli 2006
 
Bjørn Kalsø (sign.), landsstýrismaður
Rógvi Reinert (sign.)
Árskort 2018 – Leynavatn, Mjáuvøtn og Saksunarvatn: 1.500 kr.
Pensionistakort 2018: 400 kr.
Dagkort 2018: 600 kr.

Børn og ung undir 18 ár: Ókeypis!

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.