FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Føroyskt
English
Deutsch
There are 5 bordmembers in Føroya Sílaveiðufelag. They are chosen 2 and 3 every 2nd year.

Chairman: Regin Arge
Vise Chairman: Thomas Vilhelm
Tresurer: Per Aakjær
Secretary: Óli Petersen
Member: Andrias Joensen
Member: Bogi Wardum
Member: Jan M. Hermansen

For membership inquiries please contact Per Aakjær.

The articles of the club
In Faroese language only. Please contact the club, if you are interested in a translation.

Grein 1.
Navn felagsins er “ Føroya Sílaveiðifelag “ .

Grein 2.
Yrki felagsins: At røkja áir og vøtn, so tað verða betri livikor hjá sílum og laksi. At røkja fiskilíkindini hjá teimum, ið hug hava at fiska síl og laks.

Grein 3.
Limir felagsins: Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til ein av nevndarlimunum. Útliman skal boðast skrivliga til kassameistaran. Um limur groft brýtir skyldur sínar mótvegis felagnum ella ger seg inn á limir felagsins, ella um limur ger brot á hesar lógir ella samtyktir, sum aðalfundur ella nevnd hava gjørt, so kann nevndin taka hesi stig:
- Geva liminum ávaring,
- Áleggja liminum at gjalda sekt, sum í mesta lagi kann svara til 5 ára limagjald, - Koyra lim úr felagnum.

Áðrenn nevndin tekur eitt av nevndu stigum, so skal limurin hava møguleika at úttala seg.
Limur, sum verður koyrdur úr felagnum kann, innan 2 mánaðar eftir at fráboðan um útkoyring er givin honum, krevja at avgerð nevndarinnar verður løgd fyri aðalfund til endaliga støðutakan.

Grein 4.
Limagjald felagsins: Galdandi limagjald og innlimingargjald verður ásett av aðalfundinum. Kravt verður fyrstu ferð við innliman, og annars eftir aðalfundin hvørt ár. Tað er loyvt at lata meir eftir ynski. Um limagjald ikki verður goldið aftaná krevjing, verður limurin strikaður. Fyrrverandi
limur kann ikki tekna seg sum lim av nýggjum, fyrrenn tvey ár eru farin frá striking.
Heiðurslimir gjalda ikki limagjald.

Grein 5.
Vanligur ársaðalfundur verður hildin áðrenn 01.04. á hvørjum ári við hesari dagskrá:

1. Frágreiðing frá nevnd
2. Roknskapur til góðkenningar.
3. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
4. Val av grannskoðara.
5. Ásetan av limagjaldi 6. Innkomin mál
7. Ymiskt.


Nevndin kann broyta raðfylgjuna á dagskránni.
Øll atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin velur annan atkvøðugreiðsluhátt.
Atkvøðast kann ikki við fulltrú.

Grein 6.
Aðalfundurin velur nevnd, ið telur 5 limir og 2 tiltakslimir.
Nevndarlimir sita 2 ár í senn, soleiðis at 2 verða valdir annað hvørt ár og 3 annað hvørt ár. Fyrsta árið fara tveir nevndarlimir frá við lutakasti.
Tiltakslimirnir sita eisini 2 ár í senn, soleiðis at 1 verður valdur hvørt ár. Fyrsta árið fer ein tiltakslimur frá við lutakasti.
Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara.
Aðalfundurin velur ein grannskoðara og ein varagrannskoðara, ið sita í eitt ár.
Felagið verður bundið við undirskrift av formanni saman við tveimum øðrum nevndarlimum. Til keyp, sølu og veðseting av fastari ogn og rakstrargøgnum krevst nevndarsamtykt og undirskrift av formanni saman við tveimum øðrum nevndarlimum.

Grein 7.
Aðalfundurin verður fráboðaður í almennum lýsingarblaði við 14 daga freist. Mál, ið limirnir ynska viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera skrivlig og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 10 dagar innan aðalfundin
Viðmerkt varð til grein 7, at innkomin mál skulu skiljast sum størri mál, ið krevja lógarbroytingar og / ella atkvøðugreiðslu, og at øll mál annars kunnu viðgerast á aðalfundinum undir "ymiskum".

Grein 8.
Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Grein 9.
Roknskapurin eigur at vera undirskrivaður av nevndini. Lógir Føroya Sílaveiðifelags.

Grein 10.
Eyka aðalfundur verður hildin, tá nevndin ynskir tað ella minst 10 % av limunum skrivliga krevja tað, við tilskilan av teimum málum, sum teir ynskja viðgjørt á eykaaðalfundinum.

Grein 11.
Lógarbroyting kann bert verða á einum aðalfundi um í minsta lagi 10 % av limunum eru møttir , og skulu 3/5 av atkvøðunum vera fyri.

Grein 12.
Avgerð ein aðalfundur við vanligum meiriluta, at felagið eigur at vera avtikið, verður slík avtøka framd á hendan hátt:
Eyka aðalfundur við dagsskrá: “ Avtøka felagsins “ verður við skrivligari fráboðan til hvønn einstakan lim lýstur við 1. mánaða freist.
Á hesum fundi er vanligur meiriluti avgerandi.
Verður felagið avtikið, skulu tær ognir, sum tað tá møguliga eigur, verða latnar til vælgerandi endamál eftir avgerð eykað aðalfundarins.
Soleiðis samtiktar á aðalfundi Mars 2014

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.