Vatnið er 0,2 ferkilometrar stórt og liggur millum Leynar, Kollafjørð og Kvívík. Tað er djúpast mitt á vatninum, har tað er uml. 33m.
Í Leynavatn er uppruna stamman av bleikju ið er til í Føroyum. Bleikja er annars sett út í Brúnavatn, Mýrarnar og 3 onnur vøtn (byrginar) í Vestmanna. Í vatninum eru eisini brún síl ið kunnu verða um 2 pund, men sjósíl eru fiskaði ið hava vigað 14 pund.