LAKSATRAPPURNAR
Í 1967 var ein sáttmáli gjørdur millum eigarar og festarar í Leynum, Kollafjørð og Kvívík fyri at gera laksatrappur í Leynará. Hetta fyri at gera tað møguligt at fiska laks á Leynarvatni. Teir fyrstu laksarnir komu aftur í Leynarósan í 1971, men í 1972 svumu fyrstu laksarnir niðan á Leynarvatn. Nakað áðrenn, við loyvi frá mynduleikunum, vóru tó nakrir laksar fangaðir í gørnum niðanfyri trappurnar og bornir niðan á Leynarvatn. Trappurnar vóru fyrst heilt lidnar við ábøtum og tílíkum í 1975, tá kundi laksur ið kom aftur, svimja heilt niðan á Mjáuvøtn. Kostnaðurin fyri trappurnar var uml. Kr. 300.000
Trappurnar hava verið góðar fyri laksin og sjósílum á Leynavatni og Mjáuvøtnini, soleiðis at man hvørt ár kann síggja fisk í teimum smáu áunum og løkjum ið renna í vøtnini, tá gýtingartýðin nærkast.



