FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Føroyskt
English
Deutsch

LAKSATRAPPURNAR


Í 1967 var ein sáttmáli gjørdur millum eigarar og festarar í Leynum, Kollafjørð og Kvívík fyri at gera laksatrappur í Leynará. Hetta fyri at gera tað møguligt at fiska laks á Leynarvatni. Teir fyrstu laksarnir komu aftur í Leynarósan í 1971, men í 1972 svumu fyrstu laksarnir niðan á Leynarvatn. Nakað áðrenn, við loyvi frá mynduleikunum, vóru tó nakrir laksar fangaðir í gørnum niðanfyri trappurnar og bornir niðan á Leynarvatn. Trappurnar vóru fyrst heilt lidnar við ábøtum og tílíkum í 1975, tá kundi laksur ið kom aftur, svimja heilt niðan á Mjáuvøtn. Kostnaðurin fyri trappurnar var uml. Kr. 300.000
Trappurnar hava verið góðar fyri laksin og sjósílum á Leynavatni og Mjáuvøtnini, soleiðis at man hvørt ár kann síggja fisk í teimum smáu áunum og løkjum ið renna í vøtnini, tá gýtingartýðin nærkast.
Stacks Image 562
Title
Stacks Image 563
Title
Stacks Image 564
Title
Stacks Image 565
Title

Tekniski Skúli Tórshavn hevur, við eitt sindur av hjálp frá FSVF, gjørt tað møguligt at seta upp ein laksateljara/kamera í Leynará.
Er í løtuni óvirkin.

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.