FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Føroyskt
English
Deutsch

ALISTØÐIN


Fyrst í 1960 var ein lítil hytta lagað úr grótið við flattekju bygd í Tórshavn, fyri at hýsa rogn hjá sjósílum ið vóru strokin og laksarogn úr Íslandi, so tað var møguligt at seta yngul út í áir og løkjir.
Í ´80´ini var tað avgjørt at byggja eitt hús í Havnadali uppá 50 fermetrar ið kundi hýsa og ala smolt. Í 2001 var bygt uppí so alistøðin bleiv 85 fermetrar størri, so tað var møguligt at seta út 25-30.000 smolt, annað hvørt ár. Men grundað av at alilógávan gjørdist sera strong, mátti tað byggjast út aftur, so samlaða økið í 2014 bleiv yvir 200 fermetrar. Grundað á tey strongu heilsufrøðiligu krøvini hava tey nýggju hølini nú 4 ymiskar deildir. Villur laksur, klekjing, yngul og smolthøli. Eisini eru høli ið virka sum lagur til fóður, ymisk tól osfr. Við hesum fylgir Føroya Sílaveiðufelag øll tey strongu krøvini ið onnur alivirkir virka undir í Føroyum. Hetta hevur bert borið til við teimum sjálvbodnu kreftunum frá limunum og hjálp frá alifyritøkum í Føroyum.
Okkara nýggju hølir ger tað møguligt hjá Føroya Sílaveiðufelag at ala upp og sleppa út uml. 40.000 smolt og 60.000 yngul í Leynarvatn, Mjáuvøtn og Saksun árliga.
Stacks Image 757
Title
Stacks Image 758
Title
Stacks Image 759
Title
Stacks Image 760
Title
Stacks Image 761
Title
Stacks Image 762
Title
Title

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.