FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Kunning frá nevndini:

Sum flestu kunnugt, hevur Føroya Sílaveiðifelag nú í nærum tvey ár roynt at fingið sáttmála í lag við bóndirnar kring Leyna- og Mjáuvøtn.
Kravið um árliga leigu er so mikið høgt, at felagið ongan møguleika hevur at ganga hesum á møti. Eftir nógvar tingingar mátti felagið ásanna, at vit vóru noyddir at venda okkum til Landsstýri fyri at fáa hjálp, tí mótparturin flutti seg ikki ein tumma. Tíbetur hevur tað eydnast okkum at ávirka umsitingina í Tinganesi soleiðis, at vit í framtíðini koma at leiga frá Búnaðarstovuni sambært §7 í lógini um landsjørð. Hetta lobby-arbeiðið hevur kravt nógv av okkum og hevur ein røð av persónum, ið hava stóra ávirkan í samfelagnum eins og vinnulívi hjálpt okkum í hesum sambandi. Tí er so lítið kunnað um gongdina og vónar nevndin, at okkara limir skilja hvussu álvarslig støðan hevur verið. Tí mistu vit Leyna- og Mjáuvøtn, feyk fíggjarliga grundarlagið undan felagnum.
Í løtuni er óvist nær henda skipan verður veruleiki, tí formelt skulu fleiri viðurskifti upp á pláss og kann tílíkt taka tíð. Eisini eru treytir og áramál ókend í løtuni. Tískil vera ongi fiskikort seld til Leyna- og Mjáuvøtn fyribils. Hinvegin hevur nevndin avgjørt, at kvittan fyri goldið limagjald 2020 verður galdandi fiskikort til Saksunarvatn í ár. Hetta verður gjørt fyri at felagið í øllum førum fær nakrar inntøkur og ikki missir limir orsaka av støðuni í Leynum. Felagið fer eisini at prenta dagkort, soleiðis at fólk ið ikki eru limir fáa møguleika at fiska í Saksunarvatni.
Felagið fer í komandi viku at seta seg í samband við Búnaðarstovuna viðv sáttmála um leigu av Leyna- og Mjáuvøtnum og liggur í kortunum, at hetta allarhelst verður ein betri og tryggari støða fyri felagið í framtíðini. Nevndin vónar at limir felagsins eru tolnir og vilja stuðla felagnum, hóast støðan í løtuni er so óviss.
Nevndin hevur annars skipað seg soleiðis: Formaður er Regin Arge og er Andrias Joensen (Klaksvík) næstformaður. Óli Petersen og Per Aakjær halda á fram sum ávíkavist skrivari og kassameistari. Sigfríður Joensen er nevndarlimur. Varalimir eru Bogi Wardum og Jón í Haraldsstovu.
Vh
Nevndin

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.