FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Ein áheitan á tykkum, ið fiska á Leyna- og Saksunarvatni.

salmon collection

Ein áheitan á tykkum, ið fiska á Leyna- og Saksunarvatni: Felagið hevur sett kassar upp at koyra veiddan laks í, um ein hevur hug at "donerað" fisk til felagið at strúka í heyst. Hetta hevði verið ein stór hjálp, tí tað er trupult at fáa nóg mikið av lívfiski. Í Saksun standa tveir kassar: við Rituklett og omanfyri ósan. Í Leynavatni standa tríggir: niðri í Hol, við betongbrúnna og vestanfyri ósan við Dalánna. Um fiskur verður koyrdur í, kann ringjast ella boð sendast til 791006/279128 ella á FB.

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.