September 2021
Ein áheitan á tykkum, ið fiska á Saksunarvatni
17/09/21 08:12
Felagið hevur sett nakrar kassar í vatnið at koyra veiddan laks í. Hesir kassar standa, eins og í fjør, við Rituklett, við vatnsendan (“Frandsens Plads”) og omanfyri ósan (Niðri í Oyrum). Vit vilja staðiliga heita á tykkum um at "donera" fisk til felagið at strúka í heyst. Tað er serliga merktur fiskur, sum vit vilja hava út á Sílastovuna. Hesin er eyðkendur við at fitifjøðurin er (lutvíst) klipt av. Men ómerktur rognafiskur er eisini kærkomin, tí vit hava sum er alt ov fáar rognafiskar á Sílastovuni.
Boð um veiddan fisk, ið er koyrdur í ein kassa á Saksunarvatni, kunnu leggjast á facebook ella við at ringja á tlf. 27 91 28.
Vinarliga
Nevndin
Boð um veiddan fisk, ið er koyrdur í ein kassa á Saksunarvatni, kunnu leggjast á facebook ella við at ringja á tlf. 27 91 28.
Vinarliga
Nevndin