FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Ein áheitan á tykkum, ið fiska á Saksunarvatni

Felagið hevur sett nakrar kassar í vatnið at koyra veiddan laks í. Hesir kassar standa, eins og í fjør, við Rituklett, við vatnsendan (“Frandsens Plads”) og omanfyri ósan (Niðri í Oyrum). Vit vilja staðiliga heita á tykkum um at "donera" fisk til felagið at strúka í heyst.  Tað er serliga merktur fiskur, sum vit vilja hava út á Sílastovuna. Hesin er eyðkendur við at fitifjøðurin er (lutvíst) klipt av. Men ómerktur rognafiskur er eisini kærkomin, tí vit hava sum er alt ov fáar rognafiskar á Sílastovuni. 
Boð um veiddan fisk, ið er koyrdur í ein kassa á Saksunarvatni, kunnu leggjast á facebook ella við at ringja á tlf. 27 91 28.

Vinarliga
Nevndin

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.