FØROYA SÍLAVEIÐIFELAG

Aðalfundurin fríggjadagin 22/5-2020 kl. 19:00 á Glasi

Nú mynduleikarnir loyva fleiri at koma saman, verður útsetti aðalfundurin fríggjadagin 22/5-2020 kl. 19:00 á Glasi, bygningi 700, tað, sum fyrr æt Handilsskúlin, Janusargøta 2, Tórshavn.
Nú mynduleikarnir loyva fleiri at koma saman, verður útsetti aðalfundurin fríggjadagin 22/5-2020 kl. 19:00 á Glasi, bygningi 700, tað, sum fyrr æt Handilsskúlin, Janusargøta 2, Tórshavn.
Vit fara sjálvandi at fylgja tilmælunum við at halda frástøðu v.m. og verður fundurin skipaður soleiðis, at skráin verður hildin sambært viðtøkunum felagsins og tá hetta er avgreitt, er fundurin lokin. Hetta fyri at samveran verður so stutt sum gjørligt. Tískil verður onki ábit eftir fundin.
Mint verður á, at mál, ið limir ynskja viðgjørd á aðalfundinum, og sum atkvøðast skal um, skulu vera skrivlig og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 10 dagar innan aðalfundin.

We have placed cookies on your computer to help make this website better. More details can be found in our privacy policy.