Til allar limir í Føroya Sílaveiðifelag Kunning frá nevndini
12/07/21 13:20
Støðan í Leynum …
Ársaðalfundur felagsins varð hildin í gamla handilsskúlanum fríggjadagin tann 26. mars og 32 limir møttu. Eftir aðalfundin hevur nevndin skipað seg soleiðis:
Formaður: Hans Joensen á Havnar Arbeiðarafelag (nývaldur)
Næstformaður: Jón í Haraldsstovu (nývaldur)
Skrivari: Óli Petersen
Kassameistari: Per Aakjær
Nevndarlimur: Sigfríður Joensen
Varalimir eru Regin Arge (nývaldur) og Thomas Vilhelm (nývaldur).
Støðan í Leynum
Sum flestu kunnugt, hevur Føroya Sílaveiðifelag nú í nærum trý ár roynt at fingið sáttmála í lag við bóndirnar kring Leyna- og Mjáuvøtn. Síðani síðsta aðalfund hevur gongdin í stuttum verið henda. Búnaðarstovan kom hálvan januar í ár við einum sáttmálauppskoti. Hetta uppskotið vendi so mikið skeivt til fyrimunar fyri bóndirnar, at Sílaveiðifelagið í roynd og veru varð reduserað til ein bíligan veitara av fiski, og harumframt skuldu vit bera allar útreiðslurnar. Her skal ikki verða farið niður í smálutir við uppskotinum frá Búnaðarstovuni, men sigast skal, at táverandi, eins og núverandi nevnd felagsins, undir ongum umstøðum vildi ganga einum tílíkum uppskoti á møti, og varð hetta tí havnað.
Felagið gjørdi eina seinastu roynd at finna semju við at venda sær beinleiðis til bóndirnar og eftir samskifti og samráðingar, hevði nevndin eina vón um at nú fór at røkka á mál; serliga tí at felagið hevur flutt seg rættiliga nógv og í roynd og veru bjóðaði festarunum kring Leyna- og Mjáuvøtn júst ta upphædd, sum teir settu sum krav fyri at gera sáttmála við okkum í fjør.
Men vit vórðu ómetaliga vónbrotnir av svarunum frá bóndunum. T.d. vildi ein ikki gera sáttmála, annar vildi hava fleiri fiskikort, sum skilst ikki bert til nýtslu hjá festaranum og hansara avvarandi, og so kann ein og hvør helst síggja, at grundarlagið undir sølu av fiskikortum, og harvið inntøkugrundarlagið hjá felagnum vildi minkað munandi, serstakliga um hinir bóndirnir eisini krevja sama tal av kortum.
Út frá seinasta fundinum, sum umboð fyri felagið høvdu við festararnar 15. juni í ár sá út til, at royndirnar at finna semju um nýggjan sáttmála vildu føra á mál, og tí situr nevndin nú við einari løgnari kenslu av hví ikki ber til at fáa í lag eina semju. Við teimum útmeldingum sum nú eru komnar frá bóndunum, ger nevndin fyribils ikki meira við hetta mál, tí tað er so langt millum partarnar. Sostatt er eingin sáttmáli við bóndurnar kring Leyna- og Mjáuvøtn í ár.
Nevndin vil vísa á, at tað hevði verið serstakliga óheppi um nakar av okkara limum av sínum eintingum setti seg í samband við bóndirnar við tí í hyggju, at leiga veiðirætt í økinum í styttri ella longri tíðarskeið. Hetta hevði verið at gingið beinleiðis móti felagnum og tí stóra sjálvbodna arbeiði sum limir felagsins gera, eitt nú í Sílastovuni úti í Havnardali. Ein tílík gerð hevði verið handfarin sambært viðtøkum felagsins.
Saksun
Sáttmálin við bóndan í Saksun gekk út fyrr í ár. 30. juni skrivaðu partarnir undir uppá at fylgja gamla sáttmálanum árið út. Nevndin hevur gjørt av at árskort til Saksunarvatn kostar 1.000 krónur, meðan dagkort kostar 400 krónur. Dag- og árskort til Saksunarvatn eru farin til prentingar og fáast til keyps í Kunningarstovuni í Tórshavn, í Kunningarstovuni í Klaksvik og Effo støðini i Kollafirði. Kunnað verður, tá sølan byrjar.
Ein áheitan á tykkum, ið fiska á Saksunarvatni
Felagið fer at seta nakrar kassar í vatnið at koyra veiddan laks í. Í Saksun koma hesir kassar, eins og í fjør, at standa við Rituklett, við vatnsendan (“Frandsens Plads”)og omanfyri ósan (Nirði í Oyrum). Vit vilja staðiliga heita á tykkum um at "donera" fisk til felagið at strúka í heyst. Av tí at støðan er so óviss í Leynum, so er væntandi at vit fáa sera trupult við at fáa nóg mikið av merktum lívfiski og tá serliga rognafiskum, ella lívfiski yvirhøvur. Tað er serliga merktur fiskur, sum vit vilja hava út á Sílastovuna. Hesin er eyðkendur við at fitifjøðurin er (lutvíst) klipt av. Sí niðanfyri.
Vinarliga
Nevndin
Frá strúkingini á heysti 2020 tók Harald Bjørgvin m.a. hesa mynd:
Á myndini síggjast tveir rognafiskar. Fiskur nr. 12 hevur klipta fitifjøður; meðan hin rognafiskurin (har fiskanummarið ikki sæst) hevur ikki klipta fitifjøður.